|
Hondsløkkiútgerð Havið nokk av eldsløkkjarum og vatnslangum. Kannið eftir at lættliga slepst frammat sløkkiútgerðini, at hon er væl merkt og at hon livir upp til krøvini. Starvsfólkið skal kunnast um, hvussu útgerðin verður brúkt.
Útgerð til eldsløkking Á sjónum er langt at fara eftir hjálp, um skipið brennur. Hav tí altíð rættu sløkkiútgerðina umborð, soleiðis at tú sjálvur kanst sløkkja eldin. Tryggja tær at útgerðin er væl hildin, soleiðis at hon virkar, um tú ein dag fært brúk fyri henni.
Pulvursløkkjarar eiga altíð at vera umborð Ein pulvursløkkjari spjaðir eitt kemiskt evni, ið steðgar brandgongdini og forðar fyri at hitin økist. Pulvursløkkjarar kunnu brúkast, tá ið eldur er í vætu, men teir kunnu ikki brúkast, tá eldur er í føstum evnum. Ein ella fleiri eldsløkkjarar eiga altíð at vera til taks umborð.
Í motorbátum eiga í minsta lagi at vera 2 pulvursløkkjarar á 2 kg. Set teir har teir eru lættir at koma framat og har teir gera størstu nyttuna.
Størri bátar, ið eru innrættaðir til fólk at búgva í, eiga í minsta lagi at hava 2 pulvursløkkjarar á 6 kg við inngongdina til maskinrúmið – og ein afturat frammi í bátinum, soleiðis at eldur miðskips kan basast. Hevur báturin kahútt har afturi, eigur ein pulvursløkkjari eisini at vera har.
Vatn verður brúkt til fyribyrging og eftirsløkking Vatn virkar við at tað kølir og kann sløkkja eld í føstum evnum, ið gera gløður, m.a. í viði og klæðum. Á havinum er ovmikið av vatni, so nýt ríkiligt av vatni, soleiðis at klæðið verður gjøgnumvætað. Hetta ger at tað verður trupult hjá eldinum at spreiða seg.
Vatn virkar best tá tað verður forstøvað. Tá krevst tó útgerð, ið kann seta vatnið undir trýst. Vatn kann ikki nýtast til at sløkkja eld í vætu ella el-innleggingum.
Brandteppi er vælegnað til minni brandar Eitt brandteppi kann køva ein lítlan brand við at forða fyri at ilt sleppur til eldin. Tá er sjálvandi neyðugt at ein varnast eldin so skjótt sum møguligt.
Brandteppi kann brúkast til brandar í føstum evnum, vætu, klæðum og el-lutum. Tú eigur altíð at hava eitt eldteppi har matgjørt verður, soleiðis at ein møguligur eldur í t.d. frituru, feitti ella spritti, kann verða køvdur. Brandteppi kann ikki brúkast tá eldur er í motorinum ella el-innleggingini.
Um tú ikki hevur eitt brandteppi, kanst tú brúka eitt ullint teppi – men ikki teppi úr eftirgjørdum evnum, sum t.d. nylon.
CO2 – koltvíilta (kolsýra) Kolsýrusløkkjarar kunnu brúkast tá eldur er í vætu, el-lutum og el-innleggingum.
Koltvíilta er eitt slag av gassi, ið hvørki hevur lit ella lukt og er 50 ferðir tyngri enn luft. CO2 køvir eldin við at fortreingja iltina. Ert tú í einum rúmi við CO2, fært tú ilt við at anda og er nógv koltvíilta í rúminum, kanst tú doyggja. Tí er neyðugt at lufta væl út, tá tú hevur brúkt ein kolsýrusløkkjara. Tó má eldurin vera sløktur heilt áðrenn luftað verður út, tí iltin fær eldin at menna seg.
Fært tú kolsýru á húðina, kann tað geva frostsár – tí má eldur á fólki aldri sløkkjast við CO2. Sjálvvirkandi CO2-anlegg eigur ikki at vera í maskinrúminum, um lekar eru, har koltvíiltan kann sleppa til kømur ella koyggjur.
|