|
Trygdareftirlit Vit taka okkum av øllum eftirliti og dagføring av sløkki- og ávaringarútgerð. Vit kanna útgerðina fyri at tryggja okkum at alt virkar sum tað skal og eftirfylla og útskifta eftir tørvi. Hetta verður alt gjørt á staðnum.
Til ber at fáa eina fasta avtalu, har vit koma á vitjan við okkara serútgjørda tænastubili einaferð um árið. Tit kunnu eisini senda boð eftir okkum, tá tit meta at tørvur er á tí. Hava tit ikki frammanundan eina nøktandi sløkki- og ávaringarskipan eru vit eisini til reiðar at veita vælvirkandi heildarloysnir, sum t.d. FirePro. Vit støkka fegin inn á gólvið og kunnu geva okkara boð uppá, hvør besta loysnin er til júst tykkara tørv.
Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum á tlf. 31 49 13, ella skriva títt navn og t-post adressu her, um tú ynskir fleiri upplýsingar.
|