V-tal/Moms nr.: 579831
IBAN FO69 9181 00012029 11
SWIFT: EIKB FO TF
Sp/f Skrásetingar-nr.: 5314
OPIÐ ER:
Mánadag - fríggjadag:
8:00 - 17:00
Leygar- og sunnudag er stongt
§ 7. Koyrikort til bólk B (vanligan bil) gevur rætt at koyra:
1) Persónbil við í mesta lagi 8 sessum, umframt førarasessin og hvørs loyvda heildarvekt í mesta lagi er 3.500 kg.
2) Vørubil, hvørs loyvda heildarvekt í mesta lagi er 3.500 kg.
3) Vognrað, sett saman av persón- ella vørubili og einum viðfestisakfari, hvørs loyvda heildarvekt í mesta lagi er 750 kg.
4) Vognrað, sett saman av persón- ella vørubili og einum viðfestisakfari, hvørs loyvda heildarvekt er meira enn 750 kg. Samlaða loyvda heildarvektin á vognraðnum kann ikki vera meira enn 3.500 kg, og loyvda heildarvektin á viðfestisakfarinum kann ikki vera meira enn eginvektin á bilinum við ískoyti av 50 kg. Við áseting av samlaðu loyvdu heildarvektini fyri vognraðið og loyvdu heildarvektini fyri viðfestisakfarið, sbr. 2. pkt., verður antin skrásetta heildarvektin á viðfestisakfarinum ella ein møguliga lægri ásett heildarvekt í skrásetingargrundarlagnum hjá bilinum nýtt.
5) Trýhjólaða motorsúkklu.
6) Traktor/motoramboð.
7) 2) Tey í § 5 a nevndu akfør.
8) 6) Lendisakfar.
Stk. 2. Fyri viðfestisamboð, ið ikki er skrásetingarskyldugt, verður loyvda heildarvektin fyri viðfestisakfarið, sbr. stk. 1, nr. 3 og 4, ásett við at nýta veruligu heildarvektina fyri viðfestisamboðið.
5) Bólkur E:
Bólkur B/E:
Ein persónbilur, bólkur B, íkoplaður eitt viðfestisakfar, hvørs veruliga heildarvekt í minsta lagi er 1.250 kg. Samlaða veruliga heildarvektin á vognraðnum skal antin á lógligan hátt kunna fara uppum 3.500 kg, ella eginvektin á bilinum skal vera meira enn 1.050 kg og veruliga heildarvektin á viðfestisakfarinum skal í minsta lagi vera 200 kg omanfyri eginvektina á bilinum.
Vognraðið skal kunna koyra við eini hægstu ferð, sum í minsta lagi er 100 km/t.
Lastrúmið á viðfestisakfarinum skal í fullari longd vera tilgjørt sum lokaður vørukassi ella bygt upp við lokaðari presending, sum í minsta lagi er eins høg og breið sum persónbilurin.
Umframt teir speglar, sum eru nevndir undir bólki B, skal bilurin uttan á báðum síðum vera útgjørdur við føraraspeglum, samb. Stakfyriskipanum um kravdar speglar, ásettir soleiðis, at teir kunnu nýtast av koyrilæraranum og próvdómaranum.
Undir verkligu koyriroyndini skal viðfestivognurin vera lastaður við í minsta lagi 50% av loyvdari last.